Jørmann Petersen, løggilt grannskoðanarvirki Sp/f
Jørmann Petersen, løggilt grannskoðanarvirki sp/f veitir tænastur í sambandi við grannskoðan, roknskaparhjálp, skatt, vinnuráðgeving v.m.
Víst verður eisini til leinkjuna "tænastur", har møguleiki er at lesa meira um ymisku tænasturnar. Jørmann Petersen er útbúgvin statsaut. revisor, og hevur arbeitt sum grannskoðari síðani 1992. Fyritøkan hevur tískil ein starvsfólkahóp við breiðum arbeiðsroyndum. Starvsfólkini dagføra støðugt sína fakligu vitan, og tískil kunnu vit bjóða kundum okkara eina dygdargóða grannskoðan og framhyggjandi ráðgeving.
29/10/2020
Skattafría upphæddin fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin hækkar úr 30.000 krónum upp í 50.000 krónur frá 1. januar 2020. ÍSF fegnast um broytingina, sum er ein dyggur stuðul til ítróttin.
https://isf.fo/isf-fegnast-um-haegri-skattafria-samsyning-fyri-sjalvbodid-arbeidi/
Ítróttafeløg kunnu søkja um covid-19 stuðul
Ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin kunnu nú søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið hevur oyramerkt fýra milliónir krónur til endamálið.
Freistin at søkja stuðul er 31. august 2020.
FREISTIR FYRI INNLATING AV ROKNSKAPUM LONGDAR
í kunngerðum frá ávikavist Umhvørvis- og vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum tann 18. juni 2020 eru freistirnar hjá feløgum v.m. fyri innlating av roknskapum og sjálvuppgávum longdar.
Fyri innlating av roknskapum til Skráseting Føroya er galdandi, at ársfrásøgnin hjá fyritøkum, sum hevur roknskaparár, sum endar í tíðarskeiðinum 31. oktober 2019 til og við 30. apríl 2020, skal vera móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 8 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.
Fyri roknskapir, sum hava roknskaparlok tann 31/12-2019, er freistin sostatt longd til 1. september 2020. Og fyri roknskapir, sum hava roknskaparlok tann 31/3-2020, er freistin longd til 1. november 2020.
Til TAKS er freistin longd til 31. august 2020.
Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar, ella hevur brúk fyri roknskapar- og skattahjálp v.m.
05/05/2020
COVID 19 - stuðul
Fyritøkur kunnu nú søkja um COVID 19 - stuðul til fastar útreiðslur. Vit veita ráðgeving og hjálp í hesum sambandi, um tú hevur tørv á tí.
COVID 19-stuðul COVID 19-stuðul Tann 9. apríl 2020 kom í gildi skipan, ið veitir stuðul til fastar útreiðslur hjá fyritøkum, sum vænta afturgongd í umsetningi sínum o...
02/05/2020
Freistin at lata inn sjálvuppgávu hjá løntakarum uttanlands og hjá sjálvstøðugt vinnurekandi við roknskaparskyldu er longd til 15. mai 2020.
Freist at lata inn sjálvuppgávu hjá løntakarum uttanlands og hjá sjálvstøðugt vinnurekandi við roknskaparskyldu Freistin at lata inn sjálvuppgávu hjá løntakarum uttanlands og hjá sjálvstøðugt vinnurekandi við roknskaparskyldu er longd til 15. mai 2020.
Airbnb
Leiga gjøgnum Airbnb er skattskyldug, og skal gevast upp til skattingar.
Ein høvuðsregla í hesum sambandi er, at bert útreiðslur í sambandi við nýtslu og slit geva rætt til frádrátt. Til ber t.d. ikki at seta eini hús í stand til útleigu og at draga ístandsetingina frá, tí tá er talan um nýgerð og ikki um nýtslu ella slit.
Vælkomin at seta teg í samband við meg, um tað eru spurningar í hesum sambandi, ella um tær tørvar hjálp við uppgerðini av útleiguvirkseminum.
30/01/2020
Tíð til at gera roknskap 2019 😊
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Internet side
Adresse
Sivjugøta 1
Hoyvík
188